P/F TG Seafood c/o Delta Seafood
Útgivið
15. september 2023
Útgongur
22. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og nærløgdum starvsfólki við tekniskum førleikum.

Arbeiðið fer í høvuðsheitum fram á Baader-økinum hjá TG-Seafood. Ætlanin er, at viðkomandi skal hava ábyrgd av tekniska arbeiðinum við flakamaskinunum í tøttum samstarvi við verðandi starvsfólk innan tekniska økið, har viðlíkahald og umvælingar av maskinum fylla stóran part av tíðuni.

Tó verður starvsetti eisini partur av tekniska toyminum, ið hevur aðrar uppgávur.

Viðkomandi kemur at arbeiða undir leiðslu av leiðaranum fyri tekniska økið.

Til starvið vænta vit, at

  • tú ert áhugað/ur í at menna og betra framleiðsluna
  • tú hevur innlit/áhuga fyri maskinum, el og stýringum
  • tú hevur fakligt sjálvsálit og gott handalag
  • tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt
  • tú hevur hóskandi telduførleikar
  • tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og viðvirkar til gott samstarv við starvsfelagarnar.

Útbúgving sum maskinsmiður, elektrikari o.l. er ein fyrimunur – eins og royndir við Baader maskinum er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Umsókn og setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt.

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Starvsstaðurin er í Hvalba, og talan er um rímiliga fastar arbeiðstíðir.

Umsókn, cv og avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jakupegil@deltaseafood.fo

Umsóknirnar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 22. september 2023

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði

Meir at vita
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jákup Egil Joensen, leiðara fyri tekniska økið á tlf. 228527

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið