Bakkafrost
Útgivið
12. juni 2026
Útgongur
7. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fulltíðarstarv

Lýsing

Framleiðslutøkningur til Kassavirkið hjá Bakkafrost Processing

Bakkafrost Processing søkir eftir framleiðslutøkningi til Kassavirkið.

Á kassavirkinum framleiða vit flamingokassar og -lok til okkara egnu framleiðslu og til aðrar kundar. Sum framleiðslutøkningur verður tú partur av dagliga rakstrinum og skalt vera við til at tryggja, at framleiðslan koyrir væl, at maskinurnar eru rætt stillaðar, og at framleiddu kassarnir og lokini hava røttu góðskuna.

Arbeiðsuppgávur

Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:

  • Virka við í framleiðsluni av styropor-kassum og lokum
  • Hava ábyrgd av góðskuni á kassum og lokum í framleiðsluni
  • Kóka rávøru
  • Stilla kassa- og lokamaskinur
  • Vaska og viðlíkahalda formar
  • Fylgja við, at framleiðslan koyrir trygt og støðugt
  • Røkja aðrar uppgávur í samráð við leiðaran á Kassavirkinum

Talan er um fast fulltíðarstarv í Bakkafrost Processing. Arbeiðið verður lagt til rættis í samráð við leiðaran á Kassavirkinum.

Miðal arbeiðstíðin er 48 tímar um vikuna.

Arbeitt verður í vaktum, har triðjahvør vika er frívika.

Tín vangamynd

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi handverksliga ella tekniska útbúgving.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá framleiðsluvirki, tekniskum rakstri, maskinum, viðlíkahaldi ella líknandi arbeiði.

Sum persónur ert tú:

  • Álítandi, ábyrgdarfullur og nærlagdur
  • Væl skipaður og hevur góðan ordanssans
  • Tøkniliga áhugaður og hevur praktiskt handalag
  • Førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Loysnarsinnaður og dugir at handfara praktiskar avbjóðingar
  • Tilvitaður um góðsku, reinføri og trygd

Vit leggja dent á, at tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og tekur ábyrgd fyri, at arbeiðið verður gjørt væl.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv í eini dynamiskari fyritøku í menning.

Tú verður partur av Bakkafrost Processing og einum arbeiðsplássi, har dentur verður lagdur á góðsku, trygd, gott samstarv og ein vælskipaðan dagligan rakstur.

Vit kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina góða kantinu.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Paula Poulsen, leiðara.

Telefon: 23 50 66
Teldupostur: papo@bakkafrost.com

Umsókn

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Søk starvið

Umsóknarfreistin er 06.07.2026.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu.

Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan er á Glyvrum.

Alivirksemið hjá samtakinum í Føroyum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA.

Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið