Fíggjarmálaráðið
Útgivið
9. juni 2022
Útgongur
14. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert  tann, vit leita eftir, so hava vit eitt avbjóðandi og spennandi starv, har uppgávurnar krevja royndir, fakligan førleika og áhuga fyri økinum, sum ráðið varðar av.

Sum fulltrúi á lønardeildini fært  góðar møguleikar fyri menning og sleppur at brúka tína fakligu vitan innan arbeiðsmarknaðarviðurskifti.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

 ráðgeva almennum arbeiðsgevarum í arbeiðs- og setanarrættarligum spurningum
 fyrireika og luttaka í sáttmálasamráðingum hjá landinum
 málsviðgera og tulka sáttmálar
 viðgera ósemjur millum sáttmálapartar
 tryggja holla vegleiðing og kunning um starvsfólkaviðurskifti

Førleikar
Vit vænta, at  hevur útbúgving frá hægri lærustovni. Eisini vænta vit, at  hevur vitan og arbeiðsroyndir innan oman fyri nevndu arbeiðsøki hjá Fíggjarmálaráðnum.

Umframt at  dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, verður dentur lagdur á:

 innlit og vitan um tær treytir,  eru galdandi í eini politiskari fyrisiting
 semjusøkjandi hugburð
 góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, og
 at  megnar at arbeiða undir ávísum trýsti

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella Akademikarafelag Føroya.

Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving, lívsrensl og møgulig viðmæli skulu sendast talgilt til Fíggjarmálaráðið á fmr@fmr.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. juni 2022. Starvið verður sett eftir summarfrítíðina eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jan Mortensen, lønarstjóra, á telefon: 552000.

---
UM RÁÐIÐ
Fíggjarmálaráðið er fyrisitingin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Høvuðsmálsøkini hjá ráðnum eru: búskaparmál, fíggjarmál, skatta- og avgjaldsmál, lønarmál, kommunal fíggjarmál, hagfrøðismál, talgilding, vegir og havnir, samferðslumál, almenn bygging og umvæling, ferðslutrygdarmál og eigarapolitikkur landsins. Uni Rasmussen er landsstýrismaður í fíggjarmálum og í ráðnum starvast 16 fólk. Ráðið heldur til í Tinganesi

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið