TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
6. januar 2023
Útgongur
23. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fysioterapeutur til fysioterapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni

Um ikki skikkaður fysioterapeutur søkir starvið, kann annað starvsfólk við aðrari viðkomandi útbúgving setast í starvið.

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir einum fysioterapeuti, sum brennur fyri at stuðla aldrandi borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Talan er um avbjóðandi og gevandi starv, har tú kemur at virka bæði í venjingarhølum, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrabústovnunum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Eisini er møguleiki at arbeiða í nýggja rehabiliteringstoyminum, sum hevur til endamáls at hjálpa borgaranum ið at klára seg sjálvan. Tað toymið er mannað av ergoterapeutum, fysioterapeutum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingum, og stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv.

Fysioterapeuttoymið er staðsett í Heilsuhúsinum, ið veitir tænastu til heimabúgvandi borgarar, og har tær tvørgangandi tænasturnar verða skipaðar.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið