MOWI
Útgivið
20. januar 2023
Útgongur
5. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dugir tú at seta høg krøv?

Mowi søkir góðskuleiðara til Kryvjivirkið á Strondum.

Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga at byrja skjótast gjørligt, sum kennir alt til góðskustýring, reinføri, myndugleikakrøv og góðkenningar.

Uppgávur
Tú fert millum annað at:

  • Menna og dagføra góðskuskipanina
  • Upplæring av starvsfólkini á virkinum at arbeiða við góðskustýring
  • Samskifta við myndugleikar í sambandi við myndugleikakrøv
  • Samskifta við kundanar um góðskukrøv og góðskuskjøl
  • Samskipa arbeiðið viðvíkjandi góðkenningum, skoðanum og øðrum
  • Samskifta við veitarar um reingerð av virkinum.
  • Samstarva við góðskudeildina fyri sjógv- og smoltaling

Førleikar
Tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni og hevur royndir frá líknandi starvi.

Tú tekur ábyrgd og dugir at taka rættar avgerðir av tínum eintingum og at loysa uppgávur við góðum huga og nærlagni. Tú hevur góðar telduførleikar, og eisini er neyðugt, at tú dugir
enskt og skandinaviskt.

Vit bjóða
Mowi er partur av Mowi ASA í Norra, sum er heimsins størsti alari, og harvið fært tú eitt altjóða arbeiðsumhvørvi við starvsfeløgum kring allan heim. Mowi er eitt spennandi arbeiðspláss við góðum starvsfólki, ið leggur dent á trivnað og eggjar til persónliga menning.

Starvið
Talan er um fulltíðarstarv á Kryvjivirkinum á Strondum.
Lønin verður sett eftir avtalu.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Jákup Mikkelsen, stjóra, á telefon 791001.

Umsóknir skulu sendast til mowi.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 5. februar 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið