P/F Fjarhitafelagið
Útgivið
7. september 2022
Útgongur
18. september 2022
Staður
Smyrilsvegur 13, Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
fjarhiti@fjarhiti.fo

Lýsing

Søkt verður eftir handverkara at byrja skjótast gjørligt.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi. Felagið ger stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.

Førleikakrøv:
Vit søknast eftir einum handverkara, rørsmiði, maskinsmiði ella elektrikara.
Vit leggja dent á at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur og nærlagdur.

Arbeiðsuppgávur:
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið um viðlíkahaldi av netinum, eftirlit við útbyggingum, kundatænastur, o.a.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi felag.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til

Fjarhitafelagið P/F
Smyrilsvegur 13
Postrúm 3215
110 Tórshavn

Ella sum teldupostur: fjarhiti@fjarhiti.fo

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 18. september 2022.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á
telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið