P/F Maria Poulsen & co.
Útgivið
21. marts 2024
Útgongur
4. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Rørsmiðja okkara hevur tørv á enn fleiri dugnaligum handverkarum til mongu spennandi uppgávurnar, sum vit hava fyri framman.

Starvið sum handverkari/rørsmiður er eitt avbjóðandi starv, tí rørsmiðja okkara átekur sær uppgávur av øllum slag. Møguleiki er fyri at fáa sær serkunnleika til ávísar uppgávur ella at fáa uppgávur, sum tryggja, at eingin dagur er eins.

Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein, sum skilir týdningin av góðum handverki, og sum er førur fyri at arbeiðja sjálvstøðugt. Vit vóna at fáa ennein dugnaligan og nærlagdan handverkara, sum við ídni fer til verka. At túhevur royndir innan rørsmíð er sjálvsagt ein fyrimunur. Eisini er gott, um tú hevur koyrikort.

Afturfyri bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfeløgum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga, tá ið á stendur. Starvið fer uttan iva at avbjóða teg, og hevur tú hugin og áræðið, so eru nógvir møguleikar hjá Mariu Poulsen at fáa nýggjar og enn størri avbjóðingar, sum frá líður.

Tann rætti handerkarin/rørsmiðurin fær eina løn og setanartreytir, sum svara til førleikarnar. Um tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin at ringja til Jón Samuelsen á tlf 71 20 20 fyri at hoyra nærri um starvið.

Starvið verður sett, so skjótt tann rætti søkir, og umsóknir kunnu sendast til kd@mp.fo

Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum, og okkara royndir tey seinastu 170 árini hava gjørt okkum til tann størsta veitaran í Føroyum. Vit bjóða heildarloysnir innan hitavekslarar, kloakk, vatn, sanitet, ventilatión og baðirúmsmøblar. Tað starvast uml. 50 starvsfólk hjá Mariu Poulsen.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið