Útgivið
10. august 2022
Útgongur
23. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir heilsuhjálpara at veita húsfólkunum á Ellisheiminum í Tórshavn grundleggjandi røkt. Talan er um fast starv á setanarbrøki 0,8 ella eftir avtalu frá 1. september 2022 ella skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.
Sum heilsuhjálpari á Ellisheiminum fært tú ein fakliga spennandi og mennandi arbeiðsdag á einum dynamiskum arbeiðsplássi. Tú fært góða innleiðslu, verður partur av einum sterkum praksisfelagsskapi og fært nógvar góðar møguleikar fyri persónliga menning.

Vit søkja ein heilsuhjálpara, sum kann vegleiða um heilsufremjandi matvanar og bøta um lívsdygdina við at eggja, menna, stimbra og aktivera húsfólkini, soleiðis at førleikarnir verða endurvunnir og varðveittir sum longst. Vit ynskja okkum ein heilsurøktara, sum kann arbeiða í tøttum samstarvi við húsfólkið, avvarðandi og starvsfólk á Ellisheiminum.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv/heilsuhjalpari-til-ellisheimid

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið