Lýsing
Vit sóknast eftir heilsurøktara á setanarbroti 1,0 ella eftir nærri avtalu at byrja skjótast gjørligt.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Á Heiminum við Vágna eru 24 búpláss í trimum eindum, harav tvey eru stutttíðarpláss. Ein eind er demenseind burturav.
Endamálið við starvinum er at tryggja eina dygdargóða tænastu og røkt við støði í tørvum og ynskjum hjá einstaka búfólkinum.
Førleikakrøv
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum heilsurøktari.
Vit vænta, at tú:
- Hevur góð evni at samskifta og samstarva við starvsfelagar, búfólk og avvarðandi
- Hevur vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- Ert fyrikomandi og ábyrgdarfull/-ur
- Ert við til at skapa eitt jaligt arbeiðsumhvørvi
Vit bjóða
- Eitt arbeiðspláss við góðum kørmum
- Góða upplæring
- Nógvar fakligar avbjóðingar
- Ókeypis venjing í venjingarhølunum "Ven og Virka"
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði.
Les meira um visjónina hjá NBH her:
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið.
Meira kunning
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Kristinu Viderø, deildarleiðara.
Telefon: 793440
Teldupostur: kristinan@nbh.fo
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning v.m. skal sendast til:
ella til:
Norðoya Bú- og Heimatænasta
Nólsoyar Pálsgøta 32
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreistin er 1. juli 2026 á middegi.