Almannaverkið
Lýsing
Søkt verður eftir heilsufakligum starvsfólkum til nýtt náttarvaktartoymi í Havn at byrja skjótast gjørligt.
Um størvini
Arbeiðsætlanin verður væntandi í 3 vikurs rulli sum niðanfyri, men broytingar kunnu koma fyri.
Vika 1: Náttarvakt fríggja-, leygar- og sunnukvøld
Vika 2: Náttarvakt miku- og hóskvøld
Vika 3: Náttarvakt mána- og týskvøld
Arbeiðsstaðurin er heima hjá barninum í Havn.