Lýsing
Á Amarant leggja vit dent á góðsku, handverk og eina góða uppliving hjá kundanum.
Vit gera køkur dagliga og annað søtt úr góðum rávørum, og arbeiða støðugt við at menna okkara úrval.
Um starvið:
Sum konditari hjá okkum verður tú ein týðandi partur av framleiðsluni.
Tú kemur m.a. at arbeiða við:
- Framleiðslu av køkum og dessertum til caféina og bíleggingar
- Menning av nýggjum vørum og uppskriftum
- At tryggja støðuga góðsku í framleiðsluni
- At halda arbeiðsplássið reint og væl skipað
Vit vænta, at tú:
- Ert útbúgvin konditari
- Hevur áhuga fyri handverkinum og arbeiðir við nærlagni
- Megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
- Er álítandi og hevur gott yvirlit
- Trívist í einum arbeiði við skiftandi tempo
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv í einum hugnaligum arbeiðsumhvørvi
Góð starvsfeløg og gott samstarv
Møguleika fyri ávirkan á vørur og menning
Løn sambært sáttmála
Setan og arbeiðstíð:
- Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
- Talan er um fulltíð ella vaktir eftir nærri avtalu.
Umsókn:
Send umsókn og CV til post@amarant.fo
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tlf - 523185