HEILSUTRYGD
Útgivið
25. december 2022
Útgongur
18. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsutrygd lýsir hervið 8 kommunulæknastørv leys at søkja. Størvini verða sett 1. mars 2023 ella
eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Um størvini
Í Suðuroyar læknadømi eru trý kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.650 borgarar eru í læknadøminum, og 1 fastsettur kommunulækni er í starvi.

  • Tvey størv á Tvøroyri við umleið 2.600 borgarum tilsamans. Tveir læknaskrivarar starvast í
    viðtalunum.
  • Eitt starv er í Vági, og eru umleið 1.000 borgarar knýttir at viðtaluni. Læknaskrivari starvast
    í viðtaluni.

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 7.000 borgarar eru í læknadøminum, og hava hesir verið røktir av fýra læknum, harav tveimum fastsettum læknum.
Tey bæði størvini, sum eru leys at søkja, eru staðsett soleiðis:

  • Eitt starv er í Heilsudeplinum við Skálafjørðin (í Runavík), viðtala 3, við umleið 1.850
    borgarum.
  • Eitt starv, sum fyribils er staðsett í viðtaluni á Strondum, viðtala 4, við umleið 1.900
    borgarum.

Í løtuni eru tveir læknaskrivarar og tveir sjúkrarøktarfrøðingar í starvi í viðtalu 3 og 4.
Í Vestmanna læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 2.900 borgarar eru í læknadøminum. Ein fastsettur kommunulækni er í læknadøminum.

  • Eitt starv í viðtaluni í Kollafirði. Umleið 1.500 borgarar eru í viðtaluni. Tveir
    sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtaluni.

Í Suðurstreymoyar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 22.000 borgarar eru í læknadøminum og 11 fastsettir kommunulæknar eru í læknadøminum.

  • Eitt starv í Læknahúsinum í Gundadali við umleið 1.400 borgarum. Tveir
    sjúkrarøktarfrøðingar eru í starvi í viðtaluni.
  • Eitt starv í Miðlon við umleið 1.600 borgarum. Samstarv er millum viðtalurnar í Miðlon um
    viðtalustarvsfólk. Væntað verður, at nýggi læknin eisini luttekur í hesum samstarvi.

Samstarv
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini í læknadøminum og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu saman við viðkomandi pørtum vera við til at menna heilsufakligar tænastur og heilsuøkið sum heild.

Skipan
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða, krevur nógv og gevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin samstarvar við aðrar kommunulæknar og luttekur í vaktarskipanum (Læknavaktin og koyrivakt).

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya (Fíggjarmálaráðið/Heilsutrygd) og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað, hvørja viðtalu søkt verður, og um fleiri, so eiga tær at verða greitt raðfestar.

Krøv
Tey, ið søkja størvini, skulu hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

Umsóknarfreistin er mikudagin 18. januar 2023, kl. 12.00
Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti á heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og læknavaktina, kanst tú venda tær til Djóna S. Joensen, kommunulækna tlf. +298 229862, djonij@kl.fo ella Petur Martin Hansen, deildarleiðara, tlf. +298 614003, pmh@heilsutrygd.fo

Líknandi størv

Heilsutrygd søkir kommunulæknar   Faroe Islands nýtt
15. maj 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið