Vesturvón
Útgivið
9. maj 2024
Útgongur
20. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú ein eldhugaður og samstarvsinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað júst tær,

vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelaga.

Vesturvón er skipað interkommunalt, og eru tað umleið 150 fólk, sum fáa tænastu frá okkum. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi venjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár.

Harumframt eru bú -, endurvenjingar- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Søkt verður eftir:
Heimasjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu

Førleikakrøv:
Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið

Vit vænta, at tú:
Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar
starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjartu Arge, deildarleiðara á tlf. 665740 og teldupost bjarta@vesturvon.fo

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. juni 2024 ella sambært nærri avtalu, og lønt sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo

Umsóknarfreistin er 20. mai 2024

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið