Herbergið
Útgivið
30. april 2024
Útgongur
30. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Herbergið í Havn søkir eftir starvsfólki við hjartanum á røttum staði og áhuga fyri at hjálpa fólki í sera truplum lívsstøðum.

Stutt um okkum
Herbergið er búð- og umsorganarheim fyri menniskjum við sosialum og/ella rúsevnistrupuleikum. Vit hava hitastovu, dagcentur og møguleikar at lata heimleys gista í styttri tíðarskeið. Í løtuni búgva 15 búfólk fast á herberginum og 8 seingjapláss eru til yvirnátting í styttri tíðarskeið.

Herbergið søkir tí eftir einum heilsurøktara og einum sjúkrarøktarfrøðingi til:

  • at vera við til at menna, seta í verk og viðlíkahalda heilsufremjandi mannagongdir fyri búðfólki og vitjandi brúkarar hjá húsinum.
  • at skipa eitt professionelt samstarv við heilsuverk og viðkomandi stovnar
  • at menna, seta í verk og viðlíkahalda mannagongdir viðvíkjandi heilsufagligari dokumentatión
  • at vera saman við og hugna um búfólk og vitjandi við útgangsstøði í tí tað einsstaka og har tað er í lívinum.
  • at standa fyri tí røkt í fellur uttanfyri tað heimahjálpin dagliga tekur sær av, og stuðla uppundur reinføri.

Umframt umsorganar, heilsu- og sjúkrarøktarfagligar uppgávur eru ymiskar praktiskar uppgávur ið skulu loysast dagliga og neyðugt er at hjálpast at, tá ið á stendur.

Persónligir førleikar
Dentur verður lagdur á, at starvsfólk eru tolin, rúmlig og fleksibul, og at tey fara fram við tí góða. Samstudis er neyðugt, at reglur verða hildnar og stuðlað verður uppundur tær leiðbeiningar, ið eri í húsinum og eru fyri tey, ið vitja húsið.

Neyðugt er við góðum samskiftis- og samstarvsevnum.

Ynskiligt er, at umsøkjarar eru vanir at brúka teldu og kunnu orða seg skrivliga.

Tað er ynskiligt, at starvi verður sett av fólki ið ynskir og hevur hegni at arbeiða tvørfagligt við aðrar fagbólkar í og uttanfyri húsið.

Neyðugt er hjá umsøkjara at hava góða heilsu, bæði likamliga og sálarliga.

Heilsurøktarastarvið er 40 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag í tíðarskeiðinum 8-21 við skiftandi vaktum.

Sjúkrarøktarastarvið kann vera fyri niðursettum brøki um tað ynskist.

Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og skiftandi, alt eftir hvør tørvurin er í húsinum.
Neyðugt er hjá umsøkjara at hava góða heilsu, bæði likamliga og sálarliga.

Umsóknarfreist 15.5.2024

Tað hevur týdning, at øll starvsfólk á Herberginum eru trúgv móti virðisgrundarlagnum hjá Frelsunarherinum.

Starvsbyrjan:
Skjótast til ber

Umsóknir sendast til:

Duruta H. Sørensen, dagligur leiðari, á telduposti durutahs@frh.fo

Hevur tú spurningar starvinum viðvíkjandi, kann tú ringja á tlf. 253504

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið