Útgivið
21. juli 2022
Útgongur
20. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir hjálparfólki við heilsufakligari útbúgving til farloyvisstarv frá 1. septembur 2022 ella eftir nærri avtalu til 15. august 2023

Hjálparfólki skal m.a.

  • dagliga fylgja við ávísingum og skipa so fyri, at kalendararnir eru dagførdir
  • innkalla, gera hold og hava venjingar í hylinum í samráð við ein fysio- ella ergoterapeut
  • hjálpa einum fysio- ella ergoterapeuti við venjingum/uppgávum um tað gerst neyðugt
  • hava ábyrgd av goymsluni av hjálpartólum
  • bíleggja hjálpartól, halda skil á útlánsseðlum og innlatingum av hjálpartólum
  • bíleggja vøru frá goymsluni og tryggja, at neyðugu tingini eru á deildini
  • skipa so fyri, at deildin er innbjóðandi at koma á.

Arbeiðsøkið í fysioterapiini
Viðgerð av innløgdum sjúklingum, eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum og ambulant virksemi. Sjúklingarnir eru børn og vaksin.

Vit vænta at umsøkjarar

  • hava heilsufakliga útbúgving ss. heilsuhjálpari ella heilsurøktari
  • hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • hava góðan telduførleika.

 

Vit kunnu bjóða

  • ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
  • eitt starv við mennandi avbjóðingum
  • skipaða innleiðslu.

Løn  og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sáru Olsen, deildarleiðara tlf. 343300.

Umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til ssh@ssh.fo innan 31. juli 2022.

Á heimasíðu okkara www.ssh.fo kanst  lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur,  fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið