Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
17. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug til at royna teg í køkinum á Heiminum við Vágna? So hava vit brúk fyri tær!

Vit sóknast eftir
Hjálparfólki til køkin á Heiminum við Vágna.
Starvbrøkurin er 0,4875, og umfatar 5 tímar gerandisdagar og 7 tímar í vikuskiftunum, aðru hvørja viku.

Førleikakrøv og karmar
Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss, skipað í tríggjar eindir. Køkurin veitir eisini mat til Dagtilhaldið Búðatrøð, ið húsast í norðara enda í niðaru hæddini á Heiminum við Vágna.

Endamálið við starvinum er fyrst og fremst at tryggja búfólkunum á Heiminum við Vágna og øðrum eldri borgarum í Norðoyggjum góðan og føðsluríkan kost eftir tørvi.

Krøvini til starvið eru, at tú hevur áhuga fyri føðslugóðum kosti og hegni til at starvast í einum køki. Royndir innan matgerð kunnu vera ein fyrimunur. Væntað verður somuleiðis, at tú er røkin og hevur góð evni at samskifta og samstarva.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit øllum starvsfólkum í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri kunning um starvið við fæst við at venda sær til Kristinu Viderø, deildarleiðara, á tel. +298 793440, tpost kristinan@nbh.fo ella til Kristinu í Króki Eliasen, køksleiðara, á tel. +298 761771, tpost kristinae@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið