Sp/f Omaná
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
15. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit hava tørv á fleiri hondum í kreativa, søta køkinum hjá okkum.

Vit leita eftir einum hjálparfólki til toymið, ið kemur at luttaka í dagligu framleiðsluni av smáum og stórum køkum og av ísi.

Tú ert við í kreativu menningini av vøruúrvalinum, og er á tann hátt við til at seta tín dám á arbeiðsdagin.

Sum persónur ert tú ábyrgdarfullur, títt arbeiðið er skipað, tú arbeiður væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi, og so brennur tú sjálvandi fyri handverkinum 🙂

Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin vanliga liggur millum kl. 7 og kl. 18 mánadag til fríggjadag og annaðhvørt vikuskifti.

Send okkum tína umsókn umvegis leinkuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2300.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Malene Fisker Waag, stjóra, á telefon 787912.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið