HOTEL TÓRSHAVN
Útgivið
30. januar 2023
Útgongur
10. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum ágrýtnum leiðara til Hotel Tórshavn, sum sær møguleikar í leiða og menna hotellið og matstovuna, hvonn. Hotel Tórshavn er eitt 3-stjørna hotel við 43 kømurum, 3 fundarhølum, kafé og matstovu, har borðreitt verður við leskiligum mati úr Fjareystri.

Um starvið
Tín høvuðsuppgáva verður at geva gestum okkara eina framúr góða uppliving. Aðrar arbeiðsuppgávur fevna um:

  • At veita eina framúr góða tænasu til allar okkara hotel- og matstovugestir
  • Dagliga ábyrgd av matstovu og kafé
  • At gera arbeiðsskema
  • At stýra fíggjarætlanunum
  • At syrgja fyri, at tað er greitt samskifti millum starvsfólkini í húsinum
  • At avgreiða og samskipa veitslu- og fundarbíleggingar
  • Aðrar fyrisitingarligar uppgávur

Um teg
Tú og ert tænastusinnað/ur. Tú ert ikki bangin fyri at taka ábyrgd, og vit vænta, at tú fert til verka við einum jaligum hugburði.

Harafturat vænta vit, at:

  • Tú ert álítandi og ágrýtin
  • Tú megnar at fimla við fleiri bóltum í luftini í senn
  • Tú trívist í einum bráðskiftandi umhvørvi
  • Tú dugir sera væl at handfara ósemjur og trupulleikar
  • Tú tosar og skrivar enskt raðið

Fyrimunur um:

  • Tú hevur royndir í hotelvinnuni ella ferðavinnuni
  • Tú hevur royndir við bíleggingarskipanum (vit arbeiða við Spectra Systems)

Umsóknarfreistin er 10. februar 2023. Starvsbyrjan er eftir avtalu.

Áhugaði eru vælkomin at senda eina umsókn til aleth@hotelforoyar.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og starvssamrøður verða hildnar leypandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið