P/F ArtiCon
Útgivið
19. juni 2026
Útgongur
29. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Húsasmiðir til Norðurøkið ella onnur økir í landinum

Vilt tú byggja nakað, sum hevur týdning?

ArtiCon søkir húsasmiðir til timburarbeiði í Klaksvík og eisini onnur byggipláss runt í landinum – byrja skjótast gjørligt.

Vit hava nógv at gera – og tí leita vit eftir tær, sum hevur hug at vera partur av einum sterkum toymi, har vit fara at skifta tekjuna á Christianskirkjuni saman. Men, um tú ynskir aðrar spennandi uppgávur í øðrum býum ella bygdum, so er tað eisini ein møguleiki.

Hjá okkum fært tú ikki bara eitt arbeiði – tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har trygd, trivnaður, fakligheit og samstarv eru í miðdeplinum.

Hvat fert tú at gera?

Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum at skifta takið á flottu Christianskirkjuni. Hetta er eitt spennandi serarbeiði av týdningi – tú sært úrslitið av tínum arbeiði í veruleikanum.

Vit hava eisini aðrar spennandi verkætlanir runt landið við fjølbroyttum timburarbeiði.

Arbeiðir tú saman við einum góðum makkara? Tit eru eisini vælkomin at søkja saman!

Vit leita eftir tær, sum:

  • hevur útbúgving innan handverk (ella viðkomandi royndir)
  • trívist við timburarbeiði
  • ert arbeiðssamur/-som og álítandi
  • tekur ábyrgd og leggur dent á dygd
  • dugir væl at samstarva

Hvat fært tú hjá okkum?

  • eitt trygt og væl skipað arbeiðspláss
  • nútímans útgerð og góðar arbeiðsumstøður
  • spennandi og fjølbroyttar uppgávur
  • møguleikar at menna teg – bæði fakliga og persónliga
  • eitt sterkt toymi, har vit hjálpa hvørjum øðrum

Løn og setanartreytir

Størvini verða sett skjótast til ber. Løn, sum er kappingarfør, og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Umsókn

Søk starvið her

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið