P/F SMYRIL-LINE
Útgivið
28. september 2022
Útgongur
23. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú handverkarahegni, skil fyri tøkni og dámar tær væl at loysa ymiskar uppgávur? So er at lesa víðari – vit leita eftir einum húsavarðalærlingi til okkara hotel samtak.

Vit bjóða
Vit taka væl ímóti tær og bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi lærupláss, ið fer at fevna um uppgávur á Hotel Hafnia og Hotel Brandan. Tú fert sum frá líður at fáa meira ábyrgd, og tú sleppur at royna fleiri ymiskar uppgávur. Útbúgvingin gevur eina sera fjølbroytta vitan innan hita, útflutningsskipanir, el, umhvørvi og orkugang. Eisini opnar hon fyri góðum starvsmøguleikum framyvir. Eftir loknað útbúgving, fært tú møguleika at søkja inn á yrkisútbúgvingar, so sum byggifrøði og orkutøkni.

Uppgávur
Sum húsavarðalærlingur eru uppgávurnar fleiri og fevna m.a. um at:

  • Hjálpa við at røkja hotellini, bæði innan- og uttandura
  • Tryggja at alt innan KT og tøkni virkar sum tað skal
  • Syrgja fyri, at tað er reint og snøgt uttanfyri hotellini
  • Finna fram til loysnir av ymiskum praktiskum trupulleikum
  • Veita hjálp tá tær ymisku deildirnar hava tørv á tí
  • Vera eitt stig framanfyri og fyribyrgja trupulleikum

Tín vangamynd
Tú hevur áhuga innan tøkni, og tær dámar at arbeiða við ymiskum fyrifallandi arbeiðsuppgávum. Tú trívist millum fólk og ert fyrikomandi. Harafturat dugir tú at skipa og raðfesta tínar uppgávur, og dámar at arbeiða sjálvstøðugt.

Lærutíðin er 3 ár og 3 mánaðir. Tú tekur skúlagongdina í Danmark. Tú fært lærlingaløn í lærutíðini sambært galdandi sáttmála.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 23. oktober 2022. Tú søkir læruplássið við at senda tína umsókn til hr@hafnia.fo. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Delmar Tórason á tlf. 233143 ella á teldupost rokt@hafnia.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið