P/F Hotel Hafnia
Útgivið
15. juli 2026
Útgongur
2. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært

Lýsing

Hevur tú handverkarahegni, skil fyri tøkni og dámar tær væl at loysa ymiskar uppgávur?

So ert tú møguliga júst tann, vit á Hotel Hafnia leita eftir til starvið sum húsavørður á okkara livandi og sjarmerandi hotelli mitt í býnum.

Um starvið

Starvið sum húsavørður er fjølbroytt og fevnir um uppgávur á Hotel Hafnia og til tíðir aðrar bygningar í Smyril Line samtakinum.

Sum húsavørður kemur tú m.a. at:

  • hava umsjón og røkt av bygningunum
  • røkja økini uttan um bygningarnar
  • átaka tær viðlíkahaldsuppgávur innan el, timbur, VVS, maskin o.a.

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú:

  • dámar væl handaligt arbeiði. Handverkaraútbúgving er ikki ein treyt, men ein fyrimunur
  • hevur áræði og arbeiðir sjálvstøðugt
  • hevur arbeiðsroyndir innan rør/ maskinsmíð, timburarbeiði, el ella líknandi øki
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert tænastusinnað/ur, og dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi
  • hevur koyrikoyrt

Starvssetan og umsóknarfreist

Talan er um fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Setanartreytir og løn eru sambært avtalu. Freistin at søkja er 2. august 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur av Kák, á tlf. 23 31 39 ella pk@hafnia.fo.

Líknandi størv

15. juli 2026
15. juli 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið