NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA
Útgivið
1. februar 2023
Útgongur
15. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Húsavørður til Norðoya Bú- og Heimatænastu, farloyvisstarv – longd freist.

Farloyvisstarv sum húsavørður í Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, er leyst at søkja í tíðarskeiðnum frá 1. mars 2023 til og við 31. januar 2024.

 

Vit sóknast eftir

Húsavørði til Sambýlið á Heygnum, Ven og Virka, Norðoya Ellis- og Vistarheim, Sambýlið í Bøgøtu og Heimatænastuna, har høvuðsuppgávan verður at hava umsjón og viðlíkahald við bygningunum.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og tí verður væntað, at tú ert fleksibul í mun til starvsuppgávurnar og skipanina av starvinum, sum tú ert við til at mynda og menna sjálv/-ur. At koyra borgarar til og frá tænastum hjá NBH er somuleiðis stundum partur av starvinum.

Vit vænta av tær, at tú
• Hevur útbúgving sum maskinmaður ella handverkari
• Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í einum toymi
• Ert vælskipað/ur og røkin
• Dugir væl at samskifta og samstarva
• Ert virkisfús/-ur og hevur áhuga í at menna tænastuna
• Tolir broytingar í arbeiðsuppgávum
• Hevur koyrikort. Áteknað koyrikort kann vera ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða
Eitt jaligt, framtakshugað og spennandi arbeiðspláss, sum tekur støði í visjónini hjá NBH, sum er soljóðandi:
– NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
– NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
– Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti á marnae@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 15. februar 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið