Roðin økistænastan
Útgivið
16. september 2026
Útgongur
27. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Roðin søkir eftir einum ágrýtnum, ábyrgdarfullum og tænastusinnaðum húsavørði í fast starv at gerast partur av húsavarðatoyminum hjá Roðanum.

Húsavarðatoymið hevur umsjón við bygningum og tekniskum viðurskiftum á eindunum hjá Roðanum, m.a. Eysturoyar røktar- og ellisheimi, Sjóvarlon, Vesturskin og øðrum bygningum og tilboðum hjá Roðanum.

Húsavørðurin vísir til leiðandi húsavørðin og verður partur av einum toymi, har uppgávurnar verða loystar bæði sjálvstøðugt og í samstarvi við starvsfelagar og onnur fakfólk.

Starvið er fjølbroytt og fevnir um ymiskar praktiskar, handverksligar og tekniskar uppgávur, umframt dagligt eftirlit og viðlíkahald av bygningum og útgerð. Tí er umráðandi, at tú dugir at síggja, hvørjum tørvur er á, tekur ábyrgd og ert til reiðar at loysa bæði ætlaðar og óvæntaðar uppgávur.

Eldri fólk búgva á heimunum hjá Roðanum, og nógv starvsfólk, avvarðandi og onnur hava sína dagligu gongd har. Vit leggja tí stóran dent á, at húsavørðurin er fyrikomandi, tænastusinnaður og virðir, at arbeiðið ofta fer fram í heiminum hjá borgaranum.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið