Tjaldurs apotek
Útgivið
16. september 2026
Útgongur
26. september 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir ágrýtnum starvsfólki til goymsluna á Tjaldurs Apoteki. Starvið er fyribils og er galdandi í eitt ár frá setanardegi.

Um starvið

Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.

Á goymsluni fert tú millum annað at arbeiða við:

  • vørumóttøku
  • at vera úrvalsbrúkari til vørurobottin
  • at halda goymsluna ruddiliga og væl skipaða
  • at fylla Pharmaboksina á Tjaldurs Apoteki og á Landssjúkrahúsinum
  • at seta vørur upp á pláss í handlinum

Førleikar

Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og megnar skiftandi arbeiðsuppgávur. Tær dámar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Tú hevur royndir við teldu og hevur hug at læra at arbeiða við vørurobottinum. Harumframt vænta vit, at tú:

  • ert fyrikomandi
  • ert hjálpsamur
  • ert ein góður starvsfelagi

Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert kropsliga væl fyri til tey tungu tøkini, sum kunnu koma fyri í arbeiðinum.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt.

Starvsstaðurin er Tjaldurs Apotek í Tórshavn.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Samband

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til:

Ragnar Stakksund
Deildarleiðari
Tlf. 404010

Umsókn

Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum skal vera Tjaldurs Apoteki í hendi í seinasta lagi 29. september 2026.

Søk starvið HER.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið