Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
13. juli 2026
Útgongur
19. august 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært

Lýsing

Húsið leitar eftir starvsfólki at arbeiða við ungum millum 13 og 18 ár. Vit hava tørv á 2 fólkum at arbeiða 2. hvørt vikuskifti og møguliga eisini at avloysa um kvøldið mitt í viku.

Í Húsinum koma nógv ung fólk, sum vit eru so sera góð við.Tey eru stuttlig, krevjandi, avbjóðandi, fitt, harðmælt, spælisjúk, røsk, dugnalig, kreativ, frek, glað, kedd, og hava eina rúgvu uppá hjarta. Tí er tað umráðandi fyri okkum, at tann, sum søkir, tímir at fáast við ung, torir at fjasa, torir at taka skjótar avgerðir, er sjálvstøðugur, men samstundis virðir felags avgerðir, og ikki minst, at viðkomandi er initiativrík/ur.

Umframt alt hetta, so eru eisini nógvar praktiskar uppgávur hvønn dag, so tað er umráðandi, at tú ikki er bangin fyri at fara í arbeiðshandskarnar - tað er meint bókstaviliga - vit spula tún, mála, smíða, heingja upp, bera o.s.fr.

Um vit sjálvi skulu siga tað, so er hetta eitt deiligt arbeiðspláss, har fáir dagar eru líka. Vit hava ein góðan starvsfólkahóp, sum ger nógv burturúr at hjálpa hvørjum øðrum, og at hava tað stuttligt saman við teimum ungu og millum starvsfelagar.

Um tú er tann, vit leita eftir, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n áðrenn 19.juli.

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Húsið

Húsið byrjar aftur eftir summarfrítíðina mikudagin 12. august 2026, so vónandi ert tú klár/ur at byrja tá.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag. GG! Starvið krevur eina barnaváttan.

Um tú hevur spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Beintu Á. Gregersen, leiðara, á tlf. 281810

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið