Vestmanna skúli
Útgivið
13. juli 2026
Útgongur
27. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Ert tú eldhugaður lærari, ið brennir fyri at gera mun? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum ágrýtnum og kreativum toymi, har fakligheitin er í hásæti? So er Vestmanna skúli rætta arbeiðsplássið til tín.

Søkt verður eftir:

  • lærara at seta 1. august skúlaárið 2026/27, setanarbrøkur 1,0

Tann, ið settur verður, skal kunna undirvísa í øllum deildum umframt at røkja flokslærarauppgávuna.

Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við 163 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvaraá og viðarlundina og stutt frá bæði sandinum og haganum.

Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.

Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar

  • megnar at samstarva og samskifta
  • er til reiðar at menna teg og skúlan
  • hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing
  • dugir at fevna um ymisleikan og taka ábyrgd

Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv

Barnaváttan krevst í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er
tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður sett í lønarflokkunum 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 27.07.2026 kl. 12:00

Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Kristionnu á tlf. 230100.

Við virðing fyri tí einstaka og umhvørvinum, grundfest í bygdarmentanini, virkar skúlin fyri
stimbrandi læru, skapanargleði og rørslu

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið