P/F Smyril-Line
Útgivið
19. april 2024
Útgongur
31. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Verður tú skjótt liðug/ur at lesa til maskinmeistara ella maskinist og manglar siglingstíð? Vit bjóða eitt starv við góðum og ágrýtnum starvsfeløgunum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu, og farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes.

Maskindeildin
Arbeiðsuppgávurnar á maskindeildini eru at tryggja maskinrakstur og viðlíkahald. Umframt hetta kemur arbeiðið við viðlíkahaldsskipanini og innkeypi. Sum juniormeistari verður tú partur av vaktarskipanini á deildini.

  • Hevurlokið prógv sum maskinmeistari ella maskinistur
  • Manglarsiglingstíð
  • Ertarbeiðssom/samur og ágrýtin

 

Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og Reiðaraefelagið fyri handilsskip.

Starvssetan og umsóknarfreist
Ynskiligt er, at tú kanst byrja í juni ella juli 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER!

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við HR deildina á hr@smyrilline.fo ella á tlf. 235951.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið