Glasir
Útgivið
18. april 2024
Útgongur
1. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú evnini og førleikarnar at kveikja áhugan hjá næmingunum,
lærlingum og lesandi at læra? Kunnu tínir førleikar ríka undirvísaratoymið
sum eina heild og menna samstarvið við starvsfelagarnar? So vóna vit, at tú
bjóðar teg fram sum undirvísara á Glasi. Her hava vit Føroya størsta hóp av
ungdómi, sum vilja læra, og her sleppur tú at menna lestrarumhvørvið,
lærugreinarnar og útbúgvingarnar.

Glasir er Føroya størsti undirvísingarstovnur við yvir 1.500 næmingum, lærlingum og lesandi og 250 starvsfólkum. Til skúlaárið 2024/2025 søkja vit nú eftir undirvísarum til gymnasialt miðnám, yrkisnám, serbreyt og hægri nám. Størvini kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv. Niðanfyri kanst tú lesa meira um førleikakrøv, setanarviðurskifti, umsóknarfreist og hvussu tú kanst fáa meira at vita um størvini.

Á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi eru lærugreinarnar hesar:

  • Alisfrøði
    • Altjóða Búskapur
    • Danskt
    • Dekoratión
    • Enskt
    • Evnafrøði
    • Fígging
    • Fotografi
    • Franskt
    • Føroyskt
    • Hár
    • Heimspeki
    • Innovatión
    • Ítróttur
    • Kunningartøkni
    • Lívfrøði
    • Landafrøði
    • Miðlakunnleiki
    • Religión
    • Samfelagsfrøði
    • Sálarfrøði
    • Spanskt
    • Søga
    • Støddfrøði
    • Sølubúskapur
    • Tónleikur
    • Vinnurættur
    • Virkisbúskapur

Haraftrat søkja vit eftir undirvísarum til serbreytina á Glasi.

Vit søkja eisini eftir undirvísarum til hesar útbúgvingar á hægri námi:

  • Altjóða handil og marknaðarførsla
  • Byggifrøði
  • DLÚ
  • HD - Vinnubúskapur og organisatión
  • Leiðsla og búskapur á akademiútbúgvingini
  • Marknaðarførslubúskapur

KUNNING
Á heimasíðuni hjá Glasi, glasir.fo/utbugvingar og glasir.fo/laerugreinar, kanst tú lesa meira um omanfyri nevndu lærugreinar/útbúgvingar.

FØRLEIKAR
Sum undirvísari á gymnasialum miðnámi skalt tú hava akademiskt kandidatprógv, master ella aðra hægri útbúgving, sum gevur førleikar at undirvísa í einari ella fleiri lærugreinum á miðnámsstigi.

Sum undirvísari á yrkisnámi skalt tú hava sveinabræv innan økið og/ella aðrar viðkomandi útbúgvingar og royndir. Í ávísum førum kann hægri útbúgving verða ein fyrimunur.

Sum undirvísari á serbreytini skalt tú hava námsfrøðiliga útbúgving - eitt nú
læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella aðra viðkomandi hægri útbúgving innan økið og hava hóskandi yrkisfakligar førleikar.

Sum undirvísari á hægri námi skalt tú hava viðkomandi hægri útbúgving. Tað kann verða ein fyrimunur at hava viðkomandi undirvísingarroyndir og arbeiðsroyndir. Harnæst eru førleikarkrøvini ymisk í ymsu lærugreinunum ella útbúgvingunum:

  • Byggifrøði: Útbúgving sum byggifrøðingur, handverkara bakgrund, hollan kunnleika til BPS og Revit.
  • Marknaðarførslubúskapur og Altjóða Handil, Marknaðarførsla: Førleikar at undirvísa í vinnubúskapi, marknaðarførslu, samskifti og organisatión og góð evni at arbeiða í tvørfakligum toymi.
  • Akademiútbúgvingin, DLÚ og HD: Hægri útbúgving innan leiðslu og búskap.

UMSØKJARAR
Vit sóknast eftir dugnaligum lærarum, sum kunnu kveikja áhugan hjá næmingunum at læra.
Sum lærari á Glasi ynskja vit, at tú:

  • ert framfýsin og í góðum felagsskapi kann geva íblástur at menna næmingarnar til
    framskygd, skapandi og virkin menniskju, sum drívmegi í einum burðardyggum
    samfelagi
  • hevur hug og hegni at arbeiða við ungdómi
  • ert framsíggin, torir at ganga nýggjar leiðir og trívist við broytingum
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð evni at samstarva
  • hevur góð ev i at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar
  • hevur hug at menna eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi
  • hevur góðar telduførleikar og hegni at arbeiða við kunningartøkni

Tá mett verður um umsóknirnar, verður hugt at:

  • formligum førleikum innan fakøki, námsfrøði og didaktikk
  • persónligum eginleikum og førleikum
  • breiddini av undirvísingarførleikum og starvsroyndum
  • útbúgvingarbakgrund og -samanseting

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini á gymnasialum miðnámi verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám (YF) og Fíggjarmálaráðið. Størvini á yrkisnámi og á serbreytini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið. Størvini á hægri námi verða sett sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag (eitt nú FTL og YF) og Fíggjarmálaráðið.

SOLEIÐIS SØKIR TÚ
Umsóknir skulu skrivast í talgilda umsóknarskjalið á starv.glasir.fo.

Hevur tú spurningar, ber til at seta teg í samband við útbúgvingarleiðsluna á Glasi - sí glasir.fo/starvsfolk.

Ynskir tú at vita meira um størv á hægri námi - eitt nú lærugreinar, útbúgvingar og undirvísingartíðir - ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finn Jensen, dekan fyri hægri nám, á telefon 78 66 63 ella við telduposti, fje@glasir.fo.

FREISTIN AT SØKJA ER MIKUDAGIN 1. MAI 2024

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið