Útgivið
7. april 2022
Útgongur
20. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Kantinufólk til Faroe Origin

Søkt verður eftir fólki til kantinuna á virkinum hjá Faroe Origin í Saltangará.

Um starvið:
Talan er um fulltíðarstarv, har viðkomandi hevur ábyrgd av tí dagliga virkseminum í kantinuni.

Faroe Origin hevur 2 virkir, eitt í Saltangará og eitt á Toftum, talan er um umleið 100 fólk tilsamans. Kantinan ger mat til bæði virkini.

Dagliga arbeiði fevnir um morgunmat og miðmála til starvsfólkið, sum arbeiða við skiftandi pausum.

Arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 7:30 til kl. 15:30.

Førleikakrøv:
Viðkomandi útbúgving og/ella royndir eru ein fyrimunur.

Vilt tú vita meira?
Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingu W. Sivertsen, á tlf 550614.

Umsóknir skulu sendast til inga@origin.fo.

Freistin at søkja er 20. apríl og starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Faroe Origin er ein av teimum stóru fiskaútflytarunum í Føroyum. Felagið eigur og rekur tvey flakavirki og fýra partrolarar.
Skipini fiska mest upsa, ið verður framleiddur á virkinum í Runavík. Virkið á Toftum er saltfiskavirki.
Tilsamans starvast umleið 200 fólk í felagnum.

Faroe Origin
Fiskivinnuhavnin 1 Tel. +298 200 600
600 Saltangará T-postur: origin@origin.fo
Faroe Islands www.origin.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið