Útgivið
1. april 2022
Útgongur
25. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Kokkur til farmaskipið Eystnes

Smyril Line søkir eftir kokki til farmaskipið Eystnes at byrja 27. mai 2022. Vit bjóða eitt gott starv við skiftisskipan áljóðandi 4 vikur umborð og 4 vikur á landi.

Uppgávur

  • Innkeyp, goymslustýring og matgerð til manningina
  • At halda køkin reinan og tryggja reinføri í øllum tínum gongdum
  • Kagtænastu

Tín høvuðsábyrgd verður at gera góðan og fjølbroyttan mat til manningina umborð; morgun, á middegi og seinnapart og harumframt leskiligar millummálar. Av og á kann eisini væntast, at tú tekur hond í ymiskum praktiskum uppgávum, og eftir tørvi, hevur útkikk á brúnni.

Førleikakrøv

  • Vinnubræv sum skipskokkur ella fulla kokkaútbúgving
  • Heilsuprógv og trygdarskeið v. roykkavaraskeiði (STCW A-VI/1-1, 1-2, 1-3 og 1-4)

Umsøkjarar uttan vinnubræv sum skipskokkur, men við fullari kokkaútbúgving kunnu eisini søkja. Tó er eitt krav, at hesir umsøkjarar hava trygdarskeið v. roykkavaraskeiði og heilsuprógvi, sum gevur atgongd til vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipum. Vaktarhaldsprógv er ein fyrimunur men tó ikki eitt krav.

Setanartreytir
Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Umsókn
Umsóknarfreistin er 25. apríl 2022. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda okkum tína umsókn v.m. umvegis starv@smyrilline.fo.

Hevur tú spurninar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hallu S. Midjord, HR mennara á 235951 ella HR@smyrilline.fo.

*

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaflutningsfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes, Mistral og fraktfyritøkuna OCD. Eisini hevur Smyril Line yvirtikið P/F Hotel Hafnia, ið rekur Hotel Hafnia og Hotel Brandan.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið