Samskip
Lýsing
KOM Í SHIPPINGLÆRU HJÁ SAMSKIP
Nú er eitt spennandi lærupláss leyst at søkja
VIT
- Bjóða eina spennandi læruútíð í altjóða umhvørvi
- Bjóða fryntligar og dugnaligar starvsfelagar, ið stuðla tær í læruútíðini
- Arbeiðsstaðurin er í Runavík og viðskiftafólkini eru runt alt landið
TÚ
- Hevur helst FHS, HH- ella studentsprógv
- Ert ágrýtin, álítandi og nærlagdur/-løgd
- Kann byrja í starvinum eftir summarfrítíðina
Áhugað/-ur
Send umsókn við váttanum/prógvum til umsokn@samskip.com ella ring 23 88 11 um tú vilt vita nærri um starvið. Seinasta freist at søkja læruplássið er 11. august 2026.
Um Samskip
Samskip er eitt av størstu flutningsfeløgunum í Evropa við deildum í 24 londum og oman fyri 1.300 starvsfólkum.
Í Føroyum eru uml. 75 ársverk í Samskip innan frysting, sølu, frystigoymslu, terminal og skipsmanning.