P/F ArtiCon
Útgivið
7. juli 2026
Útgongur
17. juli 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lestrarstarv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Er tú klárur at fara í gong við eina spennandi yrkisútbúgving sum húsasmiður, byggismiður ella anleggsmiður?

Vit søkja eftir 10 lærlingum innan byggi- og verklagsvinnuna at byrja 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan byggi- og verklagsarbeiði.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning úti á einum byggiplássi og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn, í Klaksvík ella í Danmark í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er 4 ár. Teknisku skúlarnir til anleggssmið og byggismið eru í Danmark. Teknisku skúlarnir til húsasmiðir eru í Havn ella í Klaksvík.

Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Tú hevur harumframt eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað byggi- ella verkfrøði.

Dygdin, trivnaðurin, virðing og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini. Á hendan hátt góðskutryggja vit, at tú fær eina dygdargóða útbúgving sum handverkari.

Hvør kann søkja?
Vit ynskja fyrst og fremst, at tú hevur áhuga og ídni til tað verkliga arbeiðið. Tú er liðug/ur við nám x í Fólkaskúlanum ella eina miðnámsútbúgving.

Vit ynskja starvsfelagar, sum eru nærlagdir, álítandi, duga væl at samstarva og vilja náa einum dygdargóðum úrsliti.

Løn
Løn og setanartreytir sambært galdandi lærlingasáttmála.

Sí lýsing og søk starvið her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið