Lýsing
Hevur tú áhuga í at arbeiða við eldri fólki og at gera mun í teirra ellisárum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir til Terapieindina í Roðanum.
Terapieindin virkar fyri, at borgarar í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu kunnu liva og luttaka í samfelagnum og búgva heima sum longst.
Roðin stuðlar undir, at borgararnir varðveita, menna og endurvinna sín virkisførleika, soleiðis at tey eru so virkin og sjálvbjargin sum gjørligt, samstundis sum tey varðveita sína heilsustøðu. Endamálið er eisini at fyribyrgja afturgongd í førleikastøðuni hjá aldrandi borgarum.
Arbeiðið hjá fysioterapeutunum í Roðanum er í venjingarhølum, ítróttarhallum, heima hjá borgaranum og á teimum trimum heimunum í Roðanum:
- Sjóvarlon
- Vesturskin
- Eysturoyar røktar- og ellisheim
Meira kunning