TAKS
Útgivið
21. april 2026
Útgongur
25. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Dámar tær at knekka KT-nøtir, hjálpa starvsfeløgum og fáa alt at rigga? TAKS leitar eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum KT-supportara til KT-toymið hjá sær.

Um starvið
Saman við KT-toyminum fært tú ábyrgd av kjarnuskipanum, support, trygd og rakstri á KT-økinum hjá TAKS. Tú fert at hava tætt samband við starvsfólk á stovninum og fært ein týðandi leiklut í at tryggja, at TAKS hevur góðar og álítandi KT-loysnir.

Tú fert millum annað at:

  • veita KT-support til starvsfólk
  • uppseta og viðlíkahalda teldur, telefonir, prentarar, brúkaraprofilar, brúkaraatgongdir o.a.
  • dagføra stýriskipanir og forrit
  • arbeiða við innanhýsis samskiftisloysnum
  • umsita og viðlíkahalda KT-infrastrukturin hjá stovninum, herundir netið
  • samskifta og samstarva við KT-veitarar
  • gera og dagføra mannagongdir fyri KT-økið
  • gera og skriva avleiðingar- og váðagreiningar saman við trygdarfólkinum og dátuverndarfólkinum

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur viðkomandi KT-útbúgving ella samsvarandi royndir
  • hevur royndir við KT-support, herundir við teldum, neti og brúkarum
  • hevur fakligt forvitni og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir og arbeiðsgongdir
  • kanst arbeiða við bæði fólki og tøkni
  • ert fyrikomandi, hevur gott tænastusinni og arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult
  • dugir væl føroyskt og enskt, bæði í skrift og talu, og kanst greiða frá KT-viðurskiftum, so at bæði fakfólk og ikki-fakfólk skilja innihaldið
  • hevur koyrikort og reina revsiváttan

Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir útbúgving. Starvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn, men setanarøkið fevnir um alt TAKS og kann eisini fevna um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Send okkum umsókn tína
Tú søkir starvið á talgildu umsóknarsíðu okkara, har tú skrivar kontaktupplýsingar og viðheftir umsókn, lívrensl, prógv og onnur viðkomandi skjøl.

Umsóknarfreistin er 25. mai 2026

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dianu Gilstón, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á dg@taks.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið