Elektron
Útgivið
8. maj 2024
Útgongur
30. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Elektron søkir nú eftir einum KT-trygdarfólki afturat til KT-trygdartoymið. Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv. Tú gerst partur av einum toymi, har tú sleppur at royna teg við avbjóðandi og fjølbroyttum uppgávum í einum livandi umhvørvi.

Tú skal kunna arbeiða skipað og sjálvstøðugt. Tú skal eisini kunna hugsavna teg um uppgávur, ið taka langa tíð at fremja. Tað er týdningarmikið, at tú dugir væl at síggja loysnir og dugir væl at samskifta og samstarva við onnur. Tú skal m.a. samstarva tætt við aðrar fakbólkar á Elektron. Økið KT-trygd er skipað sum ein stápsfunktión hjá stjóranum.

Tú dugir at samskifta á føroyskum og enskum bæði í skrift og í talu.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og útbúgvingar innan KT, KT-trygd og dátuvernd – antin á bachelor ella masterstigi.

Vit vænta, at tú við tíðini tekur viðkomandi certificering/ar.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a. at hjálpa til við at:

  • Viðlíkahalda og menna politikkir, leiðreglur og mannagongdir
  • Fylgja við og lýsa hóttanarmyndir og at gera váðametingar
  • Fremja eftirlitsuppgávur
  • Halda eyga við, at vit liva upp til krøv í lógum, reglum og standardum (Compliance)
  • Vegleiða, stuðla og ráðgeva um trygd
  • Undirvísa og hava awareness-átøk

UM ELEKTRON

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Í Elektron starvast 66 fólk, og árliga sølan er uml. 100 mió.kr.

 

UMSÓKN

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Tanju Lið, KT-trygdarleiðara
Tel. 295155
Tpost: tanja@elektron.fo

Umsókn skal sendast til hr@elektron.fo

Umsóknarfreistin er 30.05.2024

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið