Landssjúkrahúsið
Útgivið
11. marts 2024
Útgongur
22. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin søkir eftir læknaskrivarum til setan 01.05.2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv og eitt fulltíðar farloyvisstarv frá 01.05.2024 – 31.08.2025.

Psykiatriski depilin stendur fyri allari psykiatriskari viðgerð til vaksin fólk í føroyska sjúkrahúsverkinum. Vit fevna um bæði ambulantar eindir og innleggingareind. Tú verður partur av einum depli, har siðvenjan er høg faklig dygd og stórt engagement í arbeiðsuppgávunum. Arbeitt verður eisini við eini samskapandi psykiatri, har hugtøkini “rehabilitering og recovery” eru týdningarmikil í tilgongdini. Til at menna okkara viðgerð arbeiða vit við betranarháttinum Quality Improvement (QI).

Sum læknaskrivari ert tú við til at samskipa sjúklingagongdirnar. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um innkalling, planlegging, fyrisiting av kalendarum, skriva journal, luttaka á ráðleggingarfundum, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, senda umsóknir um heilivágstilskot, avgreiða kautiónir, telefonavgreiðsla og endurnýggjan av reseptum.

Vit leggja dent á, at:

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari.
  • Tú hevur hug at arbeiða í toymi, har samstarv og samskifti eru lykilin til framgongd.
  • Tú vísir opinleika fyri hugskotum frá leiðara og toymislimum og hevur eginleikar at tillaga teg broyttar arbeiðsumstøður.
  • Tær dámar at arbeiða í tvørfakligum samstarvi.
  • Tú hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar, tænastusinni og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur.

Vit kunnu bjóða:

  • Góða innleiðslu og upplæring á deplinum.
  • Tú verður partur av einum toymi við læknaskrivarum, skrivstovufólki og læknaskrivaranæmingum.
  • Eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar og ergoterapeutar.
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á tlf. 304599 – lokal 4102 ella eydna.lindenskov@ls.fo ella til depilsleiðara Tormóður Stórá tormodur.stora@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 22.03.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðuni www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið