LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
7. januar 2023
Útgongur
19. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin hevur tørv á læknaskrivara til setan 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt farloyvisstarv í fullari tíð til 31. januar 2024.

Virksemið á Psykiatriska Deplinum fevnir bæði um ambulantar eindir og innleggingareindir. Arbeitt verður við útgreining og viðgerð. Starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum arbeiða í tøttum samstarvi. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum “recovery og rehabilitering” í huga. Vit arbeiða alla tíðina við betran av okkara tænastum og nýta háttalagið Quality Improvement (QI).

Sum læknaskrivari ert tú við til at samskipa sjúklingaforløbini og eru arbeiðsuppgávurnar millum annað umfataðar av innkalling, planlegging, fyrisiting av kalendarum, skriva journal, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, senda umsóknir um heilivágstilskot, avgreiða kautiónir, telefonavgreiðsla og endurnýggjan av reseptum.

Við ársenda flytir Psykiatriski Depilin í nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

sí lysing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið