KSS
Útgivið
8. april 2024
Útgongur
20. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at mennast í einum spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum og væl skipaðum lærlingi til goymsluna hjá okkum.

Í lærutíðini fært tú breiðan lærdóm um millum annað goymslustýring, innkeyp og kundaavgreiðslu.

Partur av lærutíðini er skipað sum styttri skúlaskeið í Danmark.

Les meir um útbúgvingina her: https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/handil-og-skrivstova/logistikkatstoeðingur

 Vit vænta, at tú ert álítandi, arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Vit vænta harumframt, at tú hevur lokið gymnasiala miðnámsútbúgving.

 Vit bjóða góðar treytir og fjølbroyttar arbeiðsdagar saman við einum dugnaligum toymi, har dentur verður lagdur á trivnað og jaligt arbeiðsumhvørvi.

Send okkum eina umsókn á starv@kss.fo. Um tú fært prógv í summar, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Rannvá Isaksen, HR- & HTU leiðara á rannva@kss.fo ella á tlf. 23 20 43

 

Um KSS
KSS er staðsett í Klaksvík.

Fyritøkan, ið hevur 96 ár á baki, strembar eftir at veita nýhugsandi tekniskar loysnir til vinnuna á sjógvi og á landi.

Á leið 70 fólk starvast á KSS. Serfrøðingar á hvør sínum øki, ið hava alstóran týdning fyri framgongdina.

 EINFALT BETRI – hetta er okkara slagorð

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið