P/F ArtiCon
Útgivið
23. september 2026
Útgongur
5. oktober 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lærupláss, Ófaklært

Lýsing

Nú hevur tú møguleikan at fáa eina spennandi yrkisútbúgving innan smiðjuøki. Útbúgvingin gevur tær ein hópin av framtíðarmøguleikum !

Vit søkja eftir maskinsmiðlærlingi til verkstað okkara á Hjalla at byrja 4. januar 2027 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan smiðjuarbeiði.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning á okkara smiðju og verkstaðið og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn ella í Klaksvík í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er tilsaman 4 ár.

Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Tú hevur harumframt eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað maskinmeistara ella maskinverkfrøði.

Dygdin, trivnaðurin og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini. Á hendan hátt góðskutryggja vit, at tú fær eina dygdargóða útbúgving sum handverkari.

Linket til ansøgningsskemaet er

Linket til annoncen til vores hjemmeside er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið