Umhvørvisstovan
Útgivið
13. juni 2023
Útgongur
29. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir landmálingsteknikara til matrikuløkið á Umhvørvisstovuni. Starvið fevnir um millum annað uppmáting, skráseting av fastari ogn og málsviðgerð av matrikulerum málum.

Um starvið

Tínar uppgávur verða millum annað:

  • landmáting
  • matrikuler málsviðgerð, so sum at gera nýggj grundstykkir og gera sundurbýti av eigaraíbúðum

Vit bjóða tær eitt spennandi starv á einum stovni við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt, men samstundis í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvsfólkini á deildini.​

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum landmálingsteknari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.

Harafturat vænta vit at tú:

  • ert ábyrgdarfull/ur
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur áhuga fyri at menna matrikulera arbeiðsøkið
  • hevur góð samskiftisevni, bæði í skrift og talu
  • dugir væl at samskifta við viðskiftafólk

Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar og fjølbroyttar uppgávur sum avbjóðingar, og at tú røkkur teimum málum, sum tú setur tær.

Tað er ein fyrimunur at hava royndir við matrikulerum arbeiði, útskifting og uppmáting við GPS, totalstatión og tekniforritinum Microstation.

Koyrikort er ein treyt.

Setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv við tilvísing til deildarleiðaran á Matrikul, Jeppe Sommer Bruun. Starvsstaðurin er á Traðagøtu 38, Argir. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
Jeppe Sommer Bruun, deildarleiðara, tlf +298 23 43 11 (jeppeb@us.fo).

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.l., skal sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi hósdagin 29. juni 2023 við telduposti til starv@us.fo viðmerkt “Landmálingsteknikari til Matrikul”.

 

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørisstovan leggur seg eftir skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er staðsett á Traðagøtu 38 á Argjum. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið