EYSTURKOMMUNA
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
19. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir leiðara til dagstovnin Gjáa í Gøtu at byrja 01. november 2022 ella skjótast til ber.

Leiðarin hevur ábyrgdina av tí aðalmáli, ið er sett fyri stovnin og av tí námsfrøðiliga virkseminum, ið verður gjørt.

Leiðarin hevur, í samstarv við Eysturkommunu, ta fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina.

Starvið er 40 tímar um vikuna.

Førleikakrøv:

  • námsfrøðiliga útbúgving
  • viðkomandi leiðsluroyndir

Vit ynskja av tær, at tú:

  • ert álítandi og hevur góð evnir og vilja at samstarva
  • skapar góðan trivnað og kanst menna starvsfólkini og stovnin sum heild
  • dugir at lýsa sjónarmið fyri øðrum
  • ert strukturerað/ur og hevur góð evnir at taka avgerðir, raðfesta og fremja ætlanir í verki
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
  • vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið
  • ert tænastusinnað/ur
  • ert fyrikomandi
  • ert sjónlig/ur
  • hevur góð samskiftisevnir í skrift og talu
  • hevur góð evnir at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi
  • sær møguleikar fram um vansar
  • hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

  • at børn og starvsfólk trívast og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum
  • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn
  • at virða tað einstaka barnið
  • at síggja møguleikarnar í náttúruni

Um Gjáa

Í dag arbeiða 8 námsfrøðingar og 15 hjálparfólk á Gjáa.

Í verandi Gjáa, sum liggur í barnavinarligum umhvørvi við Gøtugjógv, eru 2 barnagarðsstovur og 2 vøggustovur. Harumframt leigar kommunan hølir til eina vøggustovu, sum er tilhoyrandi Gjáa.

Eysturkommuna byggir í dag ein nýggjan dagstovn omanfyri verandi Gjáa, og kemur hesin í staðin fyri verandi stovn. Ætlanin er, at hann skal standa liðugur 1. januar 2023.

Námsfrøðiliga arbeiðið hjá dagstovninum Gjáa fær stóran íblástur úr Reggio Emilia arbeiðsháttinum – at lurta eftir barninum og hugsa tað kreativt inn í føroyska mentan. Byggingin av nýggja dagstovninum tekur støði í teimum grundarsteinum, sum stovnurin hevur orðað og arbeitt eftir í mong ár.

Fakta um nýggja stovnin:

  • Samlaða gólvvíddin á stovninum er 1.296 m²
  • Pláss verður fyri í alt 60 barnagarðsbørnum
  • Pláss verður fyri í alt 52 vøggustovubørnum
  • Í alt verður pláss til 112 børn á stovninum
  • 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum leiðari á Gjáa við Gøtugjógv, verður settur í starvið.

Umsóknir

Umsókn saman við viðmælum, útbúgving og royndum, skal sendast til eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 19. september 2022.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ove Heinesen, trivnaðar – og starvsfólkaleiðara, á telefon 73 00 12.

 

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið