SEV
Útgivið
5. december 2023
Útgongur
20. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Trívist tú við at veita framúr tænastu og hevur tú tev fyri tølum? Vit sóknast eftir tænastusinnaðum og eldhugaðum leiðara til Kundatænastuna

Starvið
Sum leiðari fyri Kundatænastuni hevur tú ábyrgd av dagligu leiðsluni, og skalt áhaldandi tryggja og menna eitt høgt tænastustøði, skipa arbeiðið og seta mál fyri Kundatænastuna.

Kundatænastan er í eini broytingartíð, sum krevur, at leiðarin hevur áræði og megnar at leiða starvsfólkini væl gjøgnum broytingarnar.

Uppgávurnar í Kundatænastuni eru at veita kundum okkara eina góða tænastu og fevna m.a. um bókhalds-uppgávur og avgreiðslu av kundafyrispurningum.

Í Kundatænastuni starvast í verandi løtu 7 fólk umframt leiðaran. Starvsstaðurin er á skrivstovuni á Landavegnum í Tórshavn.


Vit vænta, at tú

  • Hevur leiðsluroyndir
  • Hevur eitt jaligt lyndi
  • Hevur evni at skapa góðan trivnað
  • Dugir væl at samstarva við starvsfelagar og viðskiftafólk
  • Ert von/vanur við at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert framsøkin
  • Ert tænastusinnað/-ur
  • Torir at taka avgerðir uttan at brenna brýr – eisini, tá harðast leikar á

Fakligir førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir, og harumframt góðar telduførleikar, og hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir.

SEV
Tú fært upplæring í øllum viðkomandi skipanum í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar.

SEV bjóðar eisini:

  • fjøltáttaðan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur hevur møguleika at skipa
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Ynskiligt er, at tú sum nýggi starvsfelagi okkara ert áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring, og at tú gevur títt íkast til góðan trivnað.

Løn
Starvið verður lønt sambært lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, lønarflokkur 35,1 tó uttan at vera tænastumannastarv.

Umsóknin
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marjuna Eystberg, fyribils leiðara á Kundatænastuni hjá SEV á telefon 521364.

Umsóknarfreistin er leygardagin 16. desember. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til:

starv@sev.fo

Setanarsamrøður vera eftir ætlan týsdagin 19. desember 2023.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið