Vága Kommuna
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
29. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vága kommuna leitar eftir einum dugnaligum og sjónligum leiðara at standa á odda fyri Miðgarði.

Um tú dugir væl við fólki og samstundis dámar væl at møta børnum, foreldrum og starvsfólkum, so er hetta kanska dreymastarvið hjá tær!

Miðgarður er eitt spennandi arbeiðspláss, og tað starvast um 40 fólk í stovninum. Í Miðgarði eru fýra vøggustovur, fýra barnagarðsstovur og ein serstova. Sum leiðari í Miðgarði kemur tú eisini at arbeiða saman við leiðslunum innan dagstovnaøki og umsitingini hjá Vága kommunu um, at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri barnagarðsøki í Vágum. Harumframt kemur tú at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.

Sum ovasti leiðari fyri Miðgarð, fært tú møguleika at seta tín persónliga dám á stovnin og leiðsluna á stovninum. Samstundis fært tú leysar teymar at skipa arbeiðið á stovninum, júst sum tú kanst hugsa tær. Tú fært sostatt høvuðsábyrgdina av Miðgarði við beinleiðis tilvísing til kommunustjóran í Vága kommunu, og harvið fært tú stóra ávirkan á, hvussu Miðgarður verður rikin.

sí lýsing her

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið