Lýsing
Hevur tú hegni at leiða, samskipa og menna kjarnuna í politiskt stýrdari fyrisiting?
Tórshavnar kommuna søkir ein virknan, framskygdan og fyrisitingarliga sterkan deildarleiðara til Stjórnarskrivstovuna. Hetta er eitt spennandi leiðarastarv fyri teg, sum trívist í markamótinum millum leiðslu, politikk, løgfrøði og strategiska menning, og sum hevur hug og hegni at skapa úrslit saman við øðrum.
Sum deildarleiðari verður tú ein lyklapersónur í kommununi við ábyrgd av dagligu leiðsluni av Stjórnarskrivstovuni og við einum týðandi leikluti í at tryggja gott samspæl millum umsiting, stjórn og politisku skipanina.
Deildarleiðarin vísir til kommunustjóran og arbeiðir tætt saman við borgarstjóranum, stjórnini og politisku nevndunum.