Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Útgivið
5. februar 2024
Útgongur
27. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið søkir eftir einum løgfrøðilesandi at byrja skjótast til ber at arbeiða umleið 12 tímar um vikuna.

Umsóknarfreistin er 27/2-2024

Um starvið
Ynskir tú at menna teg løgfrøðiliga innan fyrisitingarrætt, fiskiveiðirætt og onnur rættarøkir, sum hoyra til Ráðið, meðan tú lesur, er hetta starvið nakað fyri teg.

Tú kemur í høvuðsheitum at arbeiða við lættari løgfrøðiligum uppgávum innan málsøkið hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Uppgávurnar eru m.a. at luttaka í:

  • Lógar- og kunngerðarsmíð
  • Løgfrøðilig ráðgeving, innanhýsis og til stovnar undir Ráðnum
  • Málsviðgerð sum t.d. kærur og innlitsumbønir

Tínir førleikar
Vit vænta, at tú:

  • Ert løgfrøðilesandi
  • Ert fakliga væl fyri, arbeiðir skipað og við nærlagni, og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir væl at orða teg og samskifta bæði í skrift og talu og hevur góðar telduførleikar
  • Ert fyrikomandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða
Starvið er mennandi við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum, sum tú loysir við vegleiðing frá løgfrøðingi í Ráðnum og eftir tørvi eisini í tøttum samstarvi við aðrar starvsfelagar í Ráðnum. Vit leggja dent á tína fakligu menning og trivnað.

Setanartreytir
Starvið er tímalønt, og vit vænta, at tú kanst arbeiða í miðal umleið 12 tímar um vikuna, tó kann avtalast at arbeiða meira ella minni í tíðum, um tørvur er á tí.

Lønin er eftir sáttmála við Starvsfelagið ella Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Samband
Hevur starvið tín áhuga, send okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@fisk.fo í seinasta lagi 27/2-2024.

Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Betzy Ludvig, løgfrøðing, tlf. 267703/betzy.ludvig@fisk.fo.

Tel. +298 353030 / fisk@fisk.fo / www.fisk.fo

 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið er eitt av níggju stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Her starvast 15 starvsfólk, sum umsita fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og – gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, bjarging, trygd, veðurtænastu, busskoyring, farmakoyring, ferjulegur, ferjur, ferðslumál, landshavnir, landsvegir, tyrlupallar og ráðgeva viðvíkjandi flogvøllum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið