Vága Kommuna
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
31. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vága kommuna søkir eftir sjálvstøðugum og dugnaligum málsviðgera til teknisku deild.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi skrivstovustarv, ið fatar um uppgávur á tekniska økinum, har tú sum málsviðgeri fært møguleika til at seta tín dám á.

Høvuðsuppgávur:
· Byggimálsviðgerð og málsviðgerð annars á teknisku deild
· Fyrireiking av málum til politiska viðgerð
· Samskifti við borgarar og myndugleikar
· Vanligt skrivstovuarbeiði

Vit vænta at tú:
· Er útbúgvin byggifrøðingur, byggitøkningur ella samsvarandi
· Hevur kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir
· Er væl fyri í føroyskum í bæði skrift og talu
· Hevur hollan telduførleika
· Er vinalig/ur og fyrikomandi

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir frá kommunalari fyrisiting, og kunnleika til 360, ArcGIS og AutoCAD.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið