Føroya Tele
Útgivið
12. juni 2026
Útgongur
25. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Vit leita eftir einum marknaðarleiðara, sum skapar úrslit og hevur dirvi at standa á odda fyri marknaðarføringini hjá Føroya Tele. Trívist tú við ábygd og vilt tú vera við til at styrkja okkara støðu á marknaðinum? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir.

Sum marknaðarleiðari fært tú ein lyklaleiklut í at menna marknaðarføring, samskifti og kundavend átøk, sum skapa virði fyri kundarnar og stuðla undir okkara handilsligu málum og strategisku kós. Ein týðandi partur av starvinum er at menna talgilda marknaðarføring, gagnnýta kundadata á skilagóðan hátt og at styrkja kundaupplivingina tvørtur um allar okkara kundapallar.

Tú fært ábyrgd av einum dugnaligum og nærløgdum toymi og fert at arbeiða tætt saman við privatkundastjóranum og leiðarum tvørtur um deildir. Sum marknaðarleiðari vísir tú til privatkundastjóran.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og royndir innan marknaðarføring, samskifti ella líknandi øki. Tú dugir at hugsa strategiskt, men trívist eisini við at fáa hugskot til veruleika. Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, áhuga fyri talgildari marknaðarføring og sær virðið í at arbeiða datadrivið.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir. Tað týdningarmesta er tó, at tú hevur evni og hug at leiða, menna og savna fólk um felags mál og ætlanir.

Vit bjóða tær
Eitt spennandi leiðarastarv í einari fjølbroyttari fyritøku, har tú veruliga fært møguleika at ávirka bæði marknaðarføringina og kundaupplivingina hjá Føroya Tele. Tú verður partur av einum sterkum fakligum umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum og góðum møguleikum fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Arbeiðsstaður og setanarviðurskifti
Arbeiðsstaður er í Hoyvík. Løn og setanarviðurskifti verða ásett sambært viðkomandi sáttmála og við støði í útbúgving og starvsroyndum.

Umsókn
Ljóðar hetta sum eitt starv fyri teg? Vit gleða okkum at fáa tína umsókn, lívsrensl og viðkomandi skjøl í seinasta lagi mikudagin 24. juni 2026. Samrøður taka vit leypandi.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið