Hiddenfjord
Útgivið
30. april 2024
Útgongur
24. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú handafim/ur, og kundi tú hugsað tær ein spennandi gerandisdag við nógvum ymiskum avbjóðingum í einum áhugaverdum arbeiðsumhvørvi? So er starvið sum maskinfólk á kryvjivirkinum hjá Hiddenfjord í Sørvági kanska nakað fyri teg.

Sum maskinfólk hjá Hiddenfjord fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, har góðir møguleikar eru fyri bæði fakligari og persónligari menning. Tú fert at virka í einum framfýsnum, jaligum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv og álit.

Laksaframleiðslan hjá Hiddenfjord byggir á nýhugsan og sera framkomna tøkni. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi, har áhaldandi tøknilig menning hevur høga raðfesting, og tað hevur stóran týdning, at tú ert tilbúgvin til hesa avbjóðing.

Arbeiðsuppgávur
Sum maskinfólk verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

  • Vanligt arbeiði við maskinum og tøkniligum útbúnaði
  • Eftirlit, umvælingararbeiði og at stilla maskinur
  • Stýring og skráseting í viðlíkahaldsskipan

Starvsstaðurin er í Sørvági.

Førleikakrøv

  • Viðkomandi tøkniliga útbúgving, sum t.d. maskinmeistari, maskinsmiður, elektrikari ella líknandi. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi arbeiðsroyndir
  • Góðan kunnleika til stýringar og el
  • Væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Vilja til nýhugsan og víðarimenning
  • Góð samstarvsevni, ert framskygd/ur og fleksibul
  • Jaligan hugburð

Løn og setanarviðurskifti
Talan er um fast starv. Løn og setnanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jón Joensen, tekniskan leiðara, tel +298 223090 ella teldupost til jon.joensen@hiddenfjord.com.

Umsóknarfreist er fríggjadagin, 24. mai.

Umsókn skal sendast til jon.joensen@hiddenfjord.com.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er eitt føroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Umleið 250 starvast hjá Hiddenfjord. Felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðarvirksemi.

www.hiddenfjord.com

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið