Landsverk
Útgivið
13. februar 2024
Útgongur
26. februar 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Vit søkja dugnaligan og álítandi maskinsmið, maskinist ella líknandi til tunnilstoymið.

Um tunnilstoymið
Tunnilstoymið er ætlað at taka sær av gerð av minni tunnilsverkætlanum til smærri bygdir. Í 2021 byrjaði arbeiðið at gera tunnil frá Húsavík til Dals í Sandoynni. Tunnilin var skotin ígjøgnum í nov. 2023 og er umleið 2165 metrar. Høvuðsbyggiplásssið er í Húsavík. Arbeiðið er skipað burturav innan Landsverk við einum tunnilstoymi, harumframt eru undirveitarar knýttir at arbeiðinum. Arbeitt verður nú við liðugtgerð av tunlinum. Á heystið 2024 er ætlanin at tunnilstoymið ferð undir gerð av tunli til Tjørnuvíkar. Tunnilin gongur frá Marmaskallará norðanfyri Haldórsvík til Tjørnuvíkar og verður umleið 2200 metrar. Verkætlanirnar eru skipaðar saman við verkfrøðiliga serkunnleikanum hjá Landsverki.

Arbeiðsøkið
Sum maskinsmiður ella maskinistur á tunnilstoyminum, er tín uppgáva at hava ábyrgd av smiðjuni saman við anleggsleiðaranum og tryggja, at maskinútbúnaðurin hjá toyminum er í góðum standi. Tí verður tín uppgáva at føra leypandi eftirlit og viðlíkahald av borivogninum og aðrari útgerð (gravimaskinur, piggimaskinur, sproytibilur, skrótibilur, pumpu- og ventilatiónsskipanum), og at gera størri ábøtur, tá tørvur eru á tí. Harumframt fert tú at vera við í øðrum fyrifallandi uppgávum innan tunnils- og vegagerð.

Um teg
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum maskinistur, entreprenørmekanikari, maskinsmiður ella líknandi.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú sum persónur ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi sum ein, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Vit seta trygdina í hásæti, og tí er tað avgerandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanartreytir
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Fyrimunur er at hava stóra koyrikortið.

Talan er um starv við skiftandi arbeiðsstaði, sum hevur høvuðsarbeiðsstað á Lambareiði. Í løtuni verður arbeitt í Húsavík og ætlandi verður flutt til byggiplássið norðanfyri Haldórsvík móti endanum av árinum. Arbeiðstíðin verður tillagað sbrt. arbeiðsgongdini í tunlinum, antin í skiftandi umførum ella vanligar dagar. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð.

Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. februar 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mortan Gaasedal, anleggsleiðara á telefon 290 875 ella teldupost morg@lv.fo ella til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á Verkætlanardeildini, á telefon 290 871 ella siva@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið