Systrar
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
14. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Systrar - matstovan í Norðurlandahúsinum - søkir eftir einum framskygdum, kappingarhugaðum matstovuleiðara, sum trívist í einum umskiftandi umhvørvi.

Systrar hevur eitt sera einfalt grundarlag. Tað sum vit selja, hava vit gjørt sjálvi. Frá grundini og uppá okkara máta. Vit velja okkara rávørur eftir okkara sannføring og vit halda fast, hóast tað mangan er avbjóðandi. Tað er okkara konsept, og vit eru fegin um, at vit hava nógv trúgv viðskiftafólk.
Vit leita eftir tær, sum vil mynda matstovuna, tænastuna og sambandið við viðskiftafólk okkara, við Norðurlandahúsið og gestirnar í húsinum. Og sum mest av øllum kann flyta alt uppá eitt hægri støði.

Starvið
Talan er um eitt starv, sum tann komandi matstovuleiðarin í stóran mun sjálv/ur fyllir út. Systrar hava sprongt karmarnar fyri matstovuna í Norðurlandahúsinum og viðskiftafólkini hava tikið væl ímóti matskránni. Tað er uppgávan hjá komandi matstovuleiðaranum at mynda framtíðar tænastuna hjá Systrum, at menna tænastumannagongdir, sølutilgongdir og veita eina professionella javnvág til køkin, so samlaða úrslitið støðugt betrast.

Førleikar
Tað er ynskiligt at umsøkjarar hava útbúgving og royndir innan matstovuyrkið, men viðkomandi útbúgvingar og royndir hava eisini áhuga. Tað hevur týdning, at tú skilir tænastu, móttøku, reinhald og samband við menniskju, men vit ynskja okkum eisini umsøkjarar við hugflogi, nýhugsan og flair fyri handli.

Væntanir
Vit vænta umsøkjarar, sum dáma væl at byggja eina skipan upp. Umsøkjarar, sum hvønn dag leggja afturat gjárdegnum, og sum støðugt hava eina greiða ætlan í huga. Vit vænta, at tær dámar tað vit gera og vit vænta, at tú vil verða ein partur av tí. Og at tær dámar samstarv, men eisini eitt umhvørvi, har tað er rúm fyri fakligum og kvalifiseraðum kjakum.

Vit kunnu bjóða
Vit bjóða eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, sum hevur nógvar vakstrar- og menningarmøguleikar fyri tann rætta persónin. Talan er um eitt leiðslustarv við ábyrgd, sum krevur áhuga og førleikar innan leiðslu, menning av starvsfólki og fíggjarligt innlit.

Arbeiðið er í høvuðsheitum í dagtímunum gerandis- og leygardagar, men av og á er neyðugt við kvøldar- og vikuskiftisarbeiði.

Vit kunnu bjóða tær eitt fulltíðarstarv í dagtímunum og stóra ávirkan á útsjónd, tænastu, arbeiðsumhvørvi og framtíðar menning. Og til eina kappingarføra løn, sum vit avtala nærri í sambandi við setan.

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi áðrenn 14. mai 2024. Um tú hevur spurningar er tú vælkomin at ringja ella skriva til Høgna í Jákupsstovu, stjóra á hij@systrar.fo ella á telefon 219077.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið